Uttanlands

- Havi ætlað Jacob Elleman sum nýggjan formann í eina tíð

Lars Løkke Rasmussen segði í gjárkvøldið, at framferðarhátturin viðvíkjandi formansskiftinum hevur verið skeivur

Lars Løkke breyt tøgnina í gjárkvøldið, og hann segði millum annað, at hann hevði væntað, at Elleman fór at avloysa hann um eitt ár ella tvey (Mynd: EPA)

Lars Løkke breyt tøgnina í gjárkvøldið, og hann segði millum annað, at hann hevði væntað, at Elleman fór at avloysa hann um eitt ár ella tvey (Mynd: EPA)

2019-09-16 10:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er ikki rættvíst, og eg eri ikki viðfarin rætt

Soleiðis segði Lars Løkke í samrøðu við DR í gjárkvøldið; hetta var fyrstu ferð at hann úttalaði seg alment, eftir at hann legði frá sær sum formaður í Venstre 1. september. 

Fyrrverandi formaðurin í stóra flokkinum tosaði eisini við TV2 í gjárkvøldið, og Løkke gjørdi greitt, at tað var "fair", at ynski var í flokkinum um nýggjan formann, men at fólkaræðisliga tilgongdin ikki var vird. Fyrrverandi forsætisráðharrin vísti millum annað á, at hann skuldi fingið loyvi til, at reist seg upp á landsfundinum, bjóða vælkomin, halda eina politiska røðu, og síðani takka fyri seg og setta eina atkvøðugreiðslu í gongd.

Tað var sambært honum ikki rætt, at ein landsfundur verður hildin bert fyri at velja nýggjan formann, og Løkke gjørdi greitt, at hann ætlar sær ikki    

Lars Løkke Rasmussen vísti á, at hann hevur havt Jacob Elleman Jensen, ið stillar upp til formansembæti á landsfundinum leygardagin, í tonkinum sum nýggjan formann í Venstre leingi:

- Tað er tí, at eg gjørdi hann til politiskan orðførara, og eg gav honum ein ráðharrasess. Eg hevði tó sæð fyri mær, at formansskiftið fór at vera um eitt ár ella tvey, men har vóru fleiri, ið vildu hava tað nú 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder