Mentan

Sigmund í Grand Prix: - Havi droymt um hetta alt lívið

Sigmund Tróndheim luttekur í danska grand prixnum

Mynd: DR

Mynd: DR

2019-01-31 16:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sigmund Tróndheim sum í fjør luttók í X Factor verður nú aftur at síggja á skíggjanum. Hann verður millum teir tíggju sangararnar, sum fara at framføra í danska grand prixnum.

Tað kunngerð Danmarks Radio í dag.

[object Object]Sigmund Tróndheim í X Factor í fjør (Savnsmynd: DR)

Og tað verður við lívliga lagnum Say My Name, sum Christoffer Stjerne og Abigail F. Jones hava gjørt, at hálvi føroyingurin fer at framføra í royndini at sleppa til stóru Eurovision kappingina, sum verður í mai.

Tað er ein dreymur, at fáa møguleikan at syngja í stóru sangkappingini.

- Ein skal trúgva upp á seg sjálvan og elska seg sjálvan hvønn dag. Tað er umráðandi, og tað er tað, sangurin snýr seg um. At fáa møguleikan at syngja ein slíkan sang í grand prixnum er sera stórt fyri meg, og tað havi eg droymt um alt lívið, sigur Sigmund Tróndheim við heimasíðuna hjá DR.

Danska Grand Prixið verður leygardagin 23. februar klokkan 19 føroyska tíð, og verður víst á DR1.

Hoyr sangin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder