
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, ætlar ikki at leggja seg út í, hvussu Sjúkrahúsverkið tillagar sítt virksemi í mun til smittuvandan í samfelagnum.
Tað sigur hann í svari til fyrispurning hjá Bill Justinussen, løgtingsmanni.
13. juli boðaði Sjúkrahúsverkið frá, at fólk skuldu vera koppsett fyri at vitja avvarðandi á sjúkrahúsinum, og at ein skuldi hava negativa kanning áðrenn vitjan, um ein hevði verið uttanlands.
Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, helt hetta vera at gera álvarsligan mun á borgarum, og tí vildi hann hava landsstýrismannin í heilsumálum at greiða nærri frá hesum.
Hann vildi m.a. hava at vita, hvørja heimild Sjúkrahúsverkið hevði at gera slíkan mun á borgarum, og um landsstýrismaðurin tók undir við hesum.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað er ein leiðsluavgerð, hvussu umstøðurnar innanhýsis í Sjúkrahúsverkinum eru tillagaðar í mun til smittuvandan úti í samfelagnum.
– Landsstýrismaðurin hevur fult álit á, hvussu Sjúkrahúsverkið handfer íkomnu støðuna við korunusmittuni. Sjúkrahúsverkið hevur higartil megnað uppgávuna sera væl og hevur stórt rós uppiborið fyri handfaringina av støðuni, sigur hann.
Dagin eftir, at Bill Justinussen hevði sett fyrispurningin til landsstýrismannin, boðaði Sjúkrahúsverkið frá, at tað nú aftur bar til at vitja sjúklingar uttan serlig fyrilit. Tó er framvegis galdandi, at um vitjandi hava verið uttanlands, skulu tey hava negativa kanning, áðrenn vitjað verður.
Les allan fyrispurningin hjá Bill Justinussen og svarið hjá landsstýrismanninum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald