Innanlands

- Heilsuskúlin er í Suðuroynni - ikki á mánanum

Hetta minnir borgarstjórin í Vági Bergun Kass um. Dennis Holm vísir í lesarabrævi á, at ein næmingur á Føroya Heilsuskúla nýtir átta mánaðir har undir útbúgvingini, og at hetta á ein ella annan hátt skal metast at vera ein stór katastrofa, skilir hann als ikki

Savnsmynd

Savnsmynd

2020-01-17 08:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuni hevur kjak verið um Heilsuskúla Føroya. Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini í Tórshavnar kommunu, hevur víst á, at tað er ein trupulleiki, at skúlin er í Suðuroynni, og at møguleiki skal vera at útbúgva seg til heilsuhjálpara og -røktara í miðstaðarøkinum, tí tørvurin er so stórur. Hetta skrivaði Kringvarpið týsdagin.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, segði í hesum sambandi, at rákið er, at útbúgvinar eru spreiddar kring landið, og tað ætlaði hann ikki at broyta uppá. Nú skal tó kannast, um tað ber til at úgjalda løn ístaðin fyri studning í lærutíðini - hetta fyri at eggja fleiri fólki til at fara undir útbúgvingina.

Á Facebook í gjár skrivaði Bergun Kass, at hon vildi ynkst, at landstýrismaðurin var meira erligur um, at staðsetingin av hesari útbúgvingini er ein stór orsøk til, at eldri norðanfjørðs hava verri tænastu. Hon skrivar, at luttføllini vísa, at tað eru so fá sum fara suður at gerast heilshjálpari ella heilsurøktari í mun til, hvat tørvur
eru á.

[object Object]Bergun Kass hevur gjørt greitt, at tað at skúlin fyri heilsuhjáparar- og røktarar er í Suðuroynni er ein stórur trupulleiki fyri eldraøkið norðarnfyri, tí ongin líknandi útbúgvingarmøguleiki er í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm) 


At forkvinnan í eldranenvdini í Tórshavnar kommunu, hevur viðmerkt staðsetingina av skúlanum, hevur fingið fleiri at ressast við. Ein av teimum er Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommuni. Undir heitinum Heilsuskúlin er í Suðuroynni - ikki á mánanum, hevur hann orðað eitt lesarabræv sum aftursvar til Bergun.

Hann skrivar, at hetta er fyrstu ferð, at Bergun leggur eftir skúlanum í Suðuroynni, og hann er als ikki samdur við viðmerkingina um, at føroyingar eins væl kunnu fara til Danmarkar sum til Suðuroyar at nema sær hesa útbúgvingina. Dennis Holm vísir á økta talið av útbúgvingartilboðum í Føroyum er fyri okkum øll og fyri Føroyar eitt veldugt framstig, og at farleiðin ikki er long hjá nøkrum. 

Dennis Holm skrivar, at talan er um skúla, ið hevur verið vælvirkandi í 20 ár, sum hevur eitt gott tilboð og gevur góðar upplivingar. Hann vísir eisini á, at siglingin við Smyrli er ókeypis fyri lesandi, og ein bert skal vera í Suðuroynni í áleið átta útav teimum 15 mánaðunum, ið útbúgvingin tekur. Síðarni eru seks mánaðir  starvsvenjing, og restin, áleið ein mánaði, er feria. Harvið kann ein, ið býr norðanfjørs til dømis taka starvsvenjingina, sum er í eitt hálvt ár, í nærumhvørvinum.  

- Hetta er tað, sum Bergun Kass, av onkrari óskiljandi orsøk, metir verða ein av stóru útbúgvingar katastrofunum í Føroyum. Skil tað, hvør skilja vil!

Soleiðis endar lesarabrævið, ið kann lesast í fullum líki her



 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder