Innanlands

– Heittvatnshylur er ikki partur av nýggja H-bygninginum

Núverandi hylurin á Landssjúkrahúsinum er ótíðarhóskandi, heldur Heðin Mortensen, men har er hvørki fígging ella pláss fyri einum heittvatnshyli í H-bygninginum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-16 08:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. Er tað rætt, at nýggi H-bygningurin ikki inniheldur heitvatnshyl til ergo- og fysioterapideildina?

2. Um so er, ber tað til at fáa heitvatnshylin inn aftur í verkætlanina?

3. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin at betra umstøðurnar hjá verandi hyli?

4. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til rakstur av verandi heitvatnshyli, so tilboðið er opið allar yrkadagar?

5. Kunnu pínusjúklingar vænta, at betri ella fleiri heitvatnsviðgerðir verða partur av nýggju endurvenjingartilboðunum í sjúkrahúsverkinum, sum eru í umbúna?

Soleiðis ljóðaði skrivligi fyrispurningurin sum Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, setti landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen 3. september.

Heitvatnshylurin hjá Landssjúkrahúsinum er gamal og ótíðarhóskandi, heldur Heðin Mortensen, sum setti hendan fyrispurning í sambandi við, at ein nýggjur sjúkrahúsbygningur er á veg.

– Tað eru nógv, sum stríðast við pínu í tí dagliga og sum hava tørv á regluligum viðgerðum í heitvatnshyli. Men hylurin er ótíðarhóskandi, og játtan er ikki til at hava hylin í brúk allar dagar í vikuni, segði hann.

Í svari til Heðin Mortensen, váttar Kaj Leo Holm Johannesen, at nýggi H-bygningurin ikki inniheldur heitvatnshyl.

– Verkætlanin at byggja nýggja H-bygningin er komin væl áleiðis, og avgjørt er, hvat fermetrarnir skulu brúkast til. Tað er tí hvørki fígging ella pláss fyri einum heittvatnshyli í H-bygninginum. Verandi heittvatnshylur á Landssjúkrahúsinum varð tikin í nýtslu aftur í 2018, eftir at hann varð umvældur, stendur í svarinum frá landsstýrismanninum.

Í verandi støðu er eingin ítøkilig ætlan um at broyta umstøðurnar hjá verandi heitvatnshylinum.

– Heittvatnshylurin á Landssjúkrahúsinum er lítil. Hann varð umvældur í 2017, og maskinaríið er nýtt og dagført, og allar trygdar- og umhvørvistreytir verða loknar. Ergo- og fysioterapiin brúka hylin til venjingar við bæði einstaklingum og bólkum við trimum sjúklingum í senn. Venjing við bólkum er tvær ferð um vikuna í 6 vikur – í alt 12 ferð. Higartil í ár hava 28 sjúklingar fingið samanlagt 198 viðgerðir í 132 venjingartímum. Tá talan er um at veita einstøkum sjúklingum serviðgerð, er tað ein fyrimunur, at hylurin hevur ta stødd, sum hann hevur, men til bólkar er hann lítil.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur á fíggjarlógini fyri 2020 sett eina serstaka játtan av til at menna endurvenjingina í Sjúkrahúsverkinum, men rúm var ikki innan fíggjarkarmin til eisini at fáa fleiri starvsfólk til heittvatnshylin, sigur hann.

– Landsstýrismaðurin vil, at endurvenjing í Sjúkrahúsverkinum eisini skal raðfestast fíggjarliga komandi árini. Landsstýrismaðurin fer í hesum sambandi og í samráði við Sjúkrahúsverkið at fáa lýst, hvussu játtanin kann verða nýtt soleiðis, at hon kemur flest sjúklingum best til gagns. Í hesum sambandi kann eisini verða viðgjørt, hvørt nýtslan av heittvatnshylinum fer at verða partur av hesi raðfesting.

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús eisini hava heittvatnshyl, og verða teir nógv brúktir.

Les alt svarið frá landsstýrismanninum í heilsumálum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder