Mentan

- Helst mest áhugaverda matstovan í ríkinum

WhiteGuide ummælir matstovuna Ræst við stórum orðum

2025-12-12 11:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í hesum lítla tjøruklædda søguliga húsinum í Tórshavn liggur helst tann mest áhugaverda matstovan í kongaríkinum yvirhøvur. Ræst er ‘Global Master Level’, og tíbetur bert ein stuttan flogtúr burtur frá Keypmannahavn, Billund og Aalborg.

Danska matstovuguide’in WhiteGuide, hevur nú skrivað ummæli av matstovuni Ræst í Gongini í Havn.

Og spart verður ikki upp á lýsingarorðini, tá væl blandaða matarskráin millum ræst føroyskt og væl krúddað meksikanskt og vínskráin, sum Karin Visth hevur sett saman, skal ummælast.

At ummælið er gott, er ikki óvæntað. Tí WhiteGuide hevur longu kunngjørt ratingina av Ræst í mun til aðrar matstovur í ríkinum.

Les eisini: Ræst nummar seks í ríkinum

Her verður Ræst ratað at vera millum tær 26 matstovurnar í danska ríkinum, sum verða flokkaðar sum ‘Global Masters Level’.

Les ummælið hjá WhiteGuide her: Mundlam av smagslykke i Tórshavn

--

Tað skal viðmerkjast, at nýggja matstovan hjá Poul Andrias Ziska, PAZ, (2 stjørnur frá Michelin Guide) ikki er við á listanum hjá WhiteGuide - enn

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder