Tað var hvørki gott fyri USA, ella fyri eftirmælið hjá Joe Biden, at sonurin, Hunter Biden varð náðaður í 2024, stutt áðrenn forsetaskeiðið hjá Biden endaði.
Tað ásannar Hunter Biden sjálvur í samrøðu við BBC.
Hunter Biden, sum nú er 56 ára gamal, varð náðaður av pápanum, eftir at hann varð funnin sekur í skattasviki og broti á vápnalógina, hóast Joe Biden áður hevði sagt, at hann ikki fór at gera tað.
Revsingin náddi ongantíð at verða ásett, skrivar Ritzau.
Í samrøðuni sigur Hunter Biden, at hann skilur atfinningarnar.
– Var tað gott fyri okkara stýriskipan? Var tað gott fyri amerikanska fólkið? Var tað gott fyri eftirmælið hjá pápa mínum? Nei til alt.
– Tað er nakað, sum er lætt at finnast at - og av góðari grund. Eg kann ikki lata sum um, at tað er øðrvísi, sigur Hunter Biden, sum leggur afturat, at hann er takksomur fyri tað, sum pápi hansara gjørdi fyri hann.
Hunter Biden greiðir samstundis frá, at hann hevði verið í einari truplari støðu, um hann hevði staðið mitt í fleiri rættarmálum undir núverandi forsetanum, Donald Trump.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald