- Mest skammiliga hendingin í politisku søguni hjá USA.
Soleiðis verður sagt úr Hvítu Húsunum um avgerðina um at seta amerikanska forsetan, Donald Trump fyri ein ríkisræt.
Í nátt, meðan atkvøtt varð í Umboðsmannatinginum um, hvørt Trump skuldi setast fyri ein ríkisrætt, var amerikanski forsetin sjálvur langt burtur frá Washington. Hann var nevniliga á valfundi í Michigan.
Stutt eftir, tað gjørdist greitt, at meirilutin hevð atkvøtt fyri, segði Trump við fjøldina, at demokratarnir á hendan hátt høvdu víst sína andstygd fyri amerikansku veljarunum.
Hetta ríkisrættarmálið var ein roynd at strika úrslitið av forsetavalinum í 2016, tá Trump, sum kunnugt, vann á Hillary Clinton, segði forsetin, og ákærdi hann demokratarnar fyri at hava lagt hetta til rættis, langt áðrenn hann yvirhøvur stillaði upp til forsetaembætið.
Sambært TV2, var veljarafundurin lagdur til rættis lang áðrenn í sambandi við atkvøðugreiðsluna í ríkisrættarmálinum.
Ríkisrættarmálið skal nú viðgerast í Senatinum, og neyðugt er við undirtøku frá tveimum triðingum av limunum fyri at koyra Trump frá. Republikanarar hava meirilutan í Senatinum, og tí verður ikki roknað við, at til ber at finna neyðugu undirtøkuna.
Les eisini: Donald Trump skal fyri ríkisrætt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald