Innanlands

– Hetta er ikki í lagi

Øll el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn eru framvegis í varðveitslu hjá løgregluni, og enn er ógreitt, hvat hendir í málinum, men Ebbi Asgeirsson, sum rekur fyritøkuna, sigur, at sakførari hansara arbeiðir við tí

(Mynd: Hopp Tórshavn)

(Mynd: Hopp Tórshavn)

2021-08-04 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin legði løgreglan hald á øll 50 el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn við tí grundgeving, at tey eru at rokna sum pocketbikes – lítlar breytmotorsúkklur – sum eru ólógligar í Føroyum, og el-rennihjólini eru framvegis í varðveitslu hjá løgregluni.

Ebbi Asgeirsson, sum rekur fyritøkuna Hopp Tórshavn, heldur seg kortini ikki hava gjørt nakað ólógligt. Á Facebook-vanganum hjá Hopp Tórshavn skrivar fyritøkan, at tað er burturvið at rokna el-rennihjólini sum breytmotorsúkklur.

– Rættari hevði verið at sæð hetta á sama hátt sum eina el-súkklu, ið eisini eru góðar grønar loysnir. Hetta hevði verið at hugsað grønt, og at sett handling aftanfyri visjónina um einar grønari Føroyar.

Enn eru tey ikki komin nærri einari loysn í málinum, men Ebbi Asgeirsson sigur við Portalin, at hann hevur ein sakførara, sum arbeiðir við tí.

– Tíverri er lítið, eg sjálvur fái gjørt, men mín sakførari arbeiðir við málinum.

Ebbi Asgeirsson sigur seg hava tosað við løgregluna, men at tey ikki vita, hvat hendir í málinum. Eisini sigur hann, at hann ikki er meldaður fyri nakað lógarbrot.

– Løgreglan hevur tikið okkara ogn uttan at melda meg fyri at bróta lógina, tað haldi eg ikki er OK, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder