Innanlands

– Hetta er sera óheppið

Í gjárkvøldið ringdu fólk úr Vági til løgregluna at boða frá, at tey høvdu sæð eina neyðrakett, men einki varð funnið, og helst var talan um onkran, sum hevði skotið rakketina av landi, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-08 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri klokkan 23 í gjárkvøldið ringdu fleiri til løgregluna at boða frá, at tey høvdu sæð eina neyðrakett vesturi á Eiðinum í Vági.

MRCC fekk boðini, og Brimil og tyrlan vórðu send at leita, men mann hevur ikki sæð nakað, sum bendir á, at nakar bátur hevur verið í neyð, og heldur eingin bátur er saknaður, so tað er helst onkur, sum hevur skotið eina neyðrakett av landi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Vaktleiðarin leggur afturat, at tað er sera óheppið, um fólk skjóta neyðrakettir til stuttleikar, tí tá ein neyðrakett verður sædd, verður leitingararbeiði sett í verk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder