- Hetta er uppskriftin upp á eina nýggja byggigølu

Kortini samtykti ein meiriluti á løgtingi at fara í gongd við at umvæla skúlabygningarnar á Frælsinum til seturskampus

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-06-16 12:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið samtykti beint fyri middag endaliga at játta landsstýrismanninum við undirvísingarmálum at brúka 24 milliónir krónur fyri at fara í gongd við at umvæla verandi skúlabygningar á Frælsinum til Fróðskaparsetur.

Øll 14 samgongufólkini, sum vóru til staðar í tingsalinum, atkvøddu fyri og øll 10 andstøðufólkini atkvøddu ímóti.

Andstøðan royndi til tað síðsta at fáa samgonguna til at útseta málið til eftir ólavsøku.

Hetta tí at løgtingið so seint sum fyri tveimum døgum síðani einmælt samtykti eitt uppskot til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um, at byggigølur, sum eru sæddar eitt nú í sambandi við Glasir og H-bygningin, ikki mugu henda aftur.

Andstøðan mælti heldur at bíða til at landsstýrið er komið við mannagongdum fyri, hvussu gerast skal í slíkum almennum byggingum, og síðan leggja málið framaftur. Tí, sum ført varð fram fleiri ferðir í tinginum í dag - tað er neyvan nakar í salinum, sum er ímóti sjálvari ætlanini.

Tað vóru løgtingsgrannskoðararnir Jacob Vestergaard og Erhard Joensen, við stuðli frá øðrum andstøðulimum, vístu á, at hetta er talan um “uppskriftina upp á eina nýggja byggigølu”, og hesum var ongin, ið mælti ímóti.

Altso – væl vitandi, at málið nú er “koyrt av sporinum” longu áðrenn tað er farið í gongd, varð tað samtykt. Tí tað er neyðugt at farið verður í gongd við at geva Setrinum hóskandi hølisumstøður beinanvegin.

Enntá Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi, sum sjálvur er partur av løgtingsgrannskoðararnum, vísti á, at hetta byggimálið ikki vendir rætt, og at tað tí hevði verið rættari at bíða við at seta tað í gongd. Kortini hevði hann valt at stuðla samgonguni við síni atkvøðu í hesum føri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder