Uttanlands

– Hetta fer at fáa álvarsligar avleiðingar

Stjórin fyri amerikonsku deildina hjá russiska uttanríkismálaráðnum ávarar USA ímóti at koyra Russland á listan yvir lond, sum stuðla yvirgangi

Amerikanski forsetin, Joe Biden og Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: AP)

Amerikanski forsetin, Joe Biden og Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: AP)

2022-08-13 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lond sum Kuba, Norðurkorea, Iran og Sýria eru á listanum hjá USA yvir lond, sum stuðla yvirgangi, og spurningurin um, hvørt Russland skal setast á listan eisini, verður nú umrøddur í amerikonsku Kongressini.

Koyrir USA Russland á listan, fer USA yvirum mark, sigur Alexander Darchiev, stjóri fyri amerikonsku deildina hjá russiska uttanríkismálaráðnum.

Hetta fer at hava álvarsligar avleiðingar, sigur hann sambært russisku tíðindastovuni Tass.

Hann sigur, at tað fer at skaða diplomatiska sambandið millum londini, og tænir tað hvørki USA ella Russland. Verður Russland koyrt á listan, er eisini sannlíkt, at diplomatiska sambandið millum londini verður slitið, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder