
Síðst í apríl vóru søgur frammi í fjølmiðlunum um fólk, sum ikki hava fingið nøktandi sálarhjálp, eftir at tey hava vent sær til heilsuverkið, og hetta skal nú kannast nærri.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum í svari til fyrispurning frá Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum.
Eyðgunn Samuelsen spurdi m.a., um landsstýrismaðurin var vitandi um, at persónar við bráðfeingistørvi á sálarhjálp eru vorðnir heimsendir uttan at røttu fakfólkini gera meting av viðkomandi, og til hetta svarar landsstýrismaðurin:
– Landsstýrismaðurin er kunnaður um, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum er gjørd varug við viðurskifti í samstarvinum millum Landssjúkrahúsið og læknavaktina, sum tey fara at kanna nærri. Hetta verður gjørt í samráð við Heilsutrygd, ið varðar av læknavaktini til tess at tryggja, at skipanin virkar best møguligt fyri sjúklingin.
Kaj Leo Holm Johannesen hevur eisini biðið um eina frágreiðing, sum er ávegis, sigur hann.
Læknavaktin skal styrkjast
Eyðgunn Samuelsen spurdi eisini, hvønn rætt persónar við breiðfeingistørvi á sálarhjálp hava til at fáa eina meting frá vakthavandi lækna á psykiatriska deplinum, og nær ein skipað sálarfrøðilig skaðastova verður klár.
Til hetta svarar landsstýrismaðurin, at tað er ein læknalig meting frá kommunulæknanum ella læknavaktini, sum avgerð, hvørt sjúklingar hava brúk fyri meting ella viðgerð, uttan mun til, um talan er um likamlig ella sálarliga sjúk.
Landsstýrismaðurin vísir eisini til heildarætlanina fyri sálarheilsu í Føroyum, har tað verður mælt til, at fólk, sum brádliga gerast illa fyri sálarliga altíð skulu kunna ringja og fáa hjálp. Hetta skuldi gerast í somu bráðmóttøku, sum tey, ið hava likamligar sjúkur, venda sær til.
Tí varð sostatt mælt til at styrkja Læknavaktina, 1870.
Kaj Leo Holm Johannesen leggur afturat, at hetta tilmælið eisini samsvarar við heildartilmælini um rúsevnismisnýtslu, sum vórðu handað Bárður á Steig Nielsen, løgmanni í mars.
Peningur er settur av til psykiatriina á fíggjarlógini fyri 2022, og skal hann m.a. brúkast til at stytta um bíðilistarnar í Barna- og ungdómspsykiatriini, umframt at tiltongdin at skipa eina bráðfeingissálarhjálp skal byrja.
– Peningurin skal nýtast til at førleikamenna útvald starvsfólk á Psykiatriska deplinum til at røkja bráðfeingis sálarhjálp funktiónina, ið kann knýtast at Læknavaktini 1870. Við at førleikamenna starvsfólkini í ár kann funktiónin setast í verk skjótast gjørligt í komandi ári, sigur landsstýrismaðurin, sum leggur afturat, at talan er um eitt mál, sum hevur fremstu raðfesting hjá honum.
– Fegnist um, at tað verður kannað
Í viðmerking til svarið hjá Kaj Leo Holm Johannesen sigur Eyðgunn Samuelsen, at hon fegnast um, at málið verður kannað av Heilsutrygd og av landsstýrismanninum.
– Tað ber yvirhøvur ikki til, at fólk verða vend í hurðini, tá tey hava brúk fyri bráðfeingis sálarhjálp. Tað er ein trupulleiki, sum landsstýrismaðurin má loysa, sigur hon.
Eyðgunn Samuelsen leggur afturat, at málið ikki má verða gloymt aftur, og ætlar hon sær tí at fylgja málinum upp seinni í ár.
Dagførd kl. 11.29
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald