2022-02-24 07:35
Russiska álopið á Ukreina í nátt er “fullstendiga óakseptabult”.
Tað skrivar danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, í eini viðmerking á Twitter-vanganum hjá forsætismálaráðnum í morgun.
- Eitt hernaðarálop á eina frælsa og sjálvstøðuga tjóð hoyrir ikki heima í Evropa í okkara tíð. Russisku tiltøkini kunnu ikki góðtakast. Vit vilja standa saman, hetta fær avleiðingar. Tankar mínir fara til fólkið í Ukreina, skrivar Mette Frederiksen.
Í eini fráboðan frá stjórnarskrivstovuni verður eisini sagt, at ES og Nato í morgun fara at fundast um støðuna.
Statsministerens reaktion på Ruslands invasion af Ukraine pic.twitter.com/4JjlqLpKAu
— Statsministeriet (@Statsmin) February 24, 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald