Uttanlands

– Hetta kann kosta fleiri milliónir størv

Tað kann fáa avleiðingar, um vanliga flúgvingin í Stórabretlandi ikki verður tikin uppaftur skjótt, sigur stjórin á Heathrow floghavnini í London

Heahtrow floghavnin (Mynd: EPA)

Heahtrow floghavnin (Mynd: EPA)

2020-06-08 09:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vanliga flúgvingin í Stórabretlandi ikki verður tikin uppaftur skjótt, kann tað koma at kosta fleiri hundrað túsund ella møguliga fleiri milliónir størv. Tað sigur John Holland-Kaye, stjóri á Heathrow floghavnini í London.

Frá í dag av verður kravt at øll, sum koma til Stórabretlands skulu fara í sóttarhald í 14 dagar, og hetta fer at fáa álvasamar avleiðingar fyri lokalu ferðavinnuna umframt útflutninginum, siga stóru flogfeløgini.

– Vit kunnu ikki halda fram á hendan hátt sum tjóð. Vit noyðast at leggja eina ætlan fyri upplatingini av okkara mørkum. Um vit ikki, á tryggan hátt, fáa gongd á flogvinnuna aftur skjótt, fer tað at kosta fleiri hundrað túsund, um ikki fleiri milliónir, størv í Stórabretlandi, sigur John Holland-Kaye sambært Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder