Í gjárkvøldið stutt eftir klokkan hálvgum ellivu, fekk løgreglan eina fráboðan úr Klaksvík frá einum borgara, sum segði, at onkur hevði skotið eftir honum við plastkúlum úr einum bili.
Løgreglan fann fram til, hvør átti bilin, og ein persónur er blivin skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar. Umframt at tað gevur eina bót, legði løgreglan eisini hald á plastbyrsuna, sum viðkomandi hevði brúkt at skjóta við.
Hetta er ein leika, sum kann keypast í handlunum, og hon er sum heild ikki vandamikil. Men tað kann elva til skaða, um ein eitt nú verður raktur í eygað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vaktleiðarin leggur afturat, at hetta er aðru ella triðju ferð í ár, at slíkt verður meldað, og løgreglan ynskir ikki, at hetta er nakað, sum fer at fer at vinda upp á seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald