Statens Serum Institut kann ikki vísa á prógv fyri, at nýggja koronavirusið SARS-CoV-2, sum elvir til sjúkuna COVID-19, er til.
Tað er niðurstøðan hjá fleiri dønum, eftir at ein borgari skrivaði til stovnin og bað um at fáa innlit í, hvørji prógv Statens Serum Institut hevði fyri, at virusið var til og ikki bara var uppspuni.
Svarið uppá umbønina var, at danski stovnurin ikki hevði tey skjøl, sum viðkomandi ynskti at fáa innlit í.
Hetta svarið er óheppið, halda serfrøðingar í fyrisitingarrætti.
Statens Serum Institut hevur sum almennur stovnur skyldu til at vegleiða borgaran, siga serfrøðingar sum miðilin TjekDet hevur tosað við.
Sambært TjekDet, kann Statens Serum Institut prógva, at virusið er til, men stovnurin sigur seg ikki hava tað slagið av skjølum, sum viðkomandi bað um, og tí góvu tey eitt noktandi svar.
Svarið er síðani brúkt sum prógv fyri, at nýggja koronavirusið ikki er til, men Sambært Statens Serum Institut er tað ikki eitt gott prógv fyri, at korona er uppspuni. Tó verður ásannað, at stovnurin útfrá tulkingini av svarinum, kundu havt givið eitt betri svar.
Svarið kann lesast á tann hátt, at prógv ikki finst um, at SARS-CoV-2 er til, hóast tað ikki er soleiðis, stovnurin sjálvur uppfataði tað.
Statens Serum Institut vísir á, at Kina boðaði frá einum ókendum virusið 5. januar, og tað varð víst á, at talan var um nýggja koronavirusið fáar dagar seinni.
Í mars lýsti Heimsheilsustovnurin WHO virusútbrotið sum eina alheimsfarsótt, og Statens Serum Institut hevur tí ikki havt nakra orsøk til at ivast í, um virusið er til, verður sagt við TjekDet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald