Uttanlands

– Hetta váttar fíggindaliga hugburðin hjá vesturheiminum

Lond, sum lata ukrainum flogfør og tyrlur leggja seg alsamt meira uppí stríðið, sigur russiska uttanríkismálaráðið

Marija Zakharova, talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum (Mynd: EPA)

Marija Zakharova, talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum (Mynd: EPA)

2023-08-26 20:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lond, sum lata Ukraina flogfør og tyrlur leggja seg alsamt meira uppí stríðið millum Russland og Ukraina, sum byrjaði í februar 2022.

Tað sigur Marija Zakharova, talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum.

– Kekkiski herurin ætlar at senda russiskt-framleiddar Mi-24B-tyrlur til Kyiv, eftir at amerikanskar tyrlur eru móttiknar. Í farnu viku, eftir biddaraferðina hjá Zelenskyj (forsetanum í Ukraina, red.) til evropeisk lond, harímillum Holland, Danmark, Noreg og Svøríki, bórust tíðindini um, at londini fóru at lata Kyiv F16-flogfør.

– Øll hesi stigini vátta fíggindaliga hugburðin hjá vestanlondunum mótvegis Russlandi og teirra vaksandi uppílegging í stríðið kring Ukraina, sigur hon sambært Ritzau.

Hon leggur afturat, at endamálið hjá Russlandi er framvegis at "avvápna og avnasifisera" Ukraina og taka burtur hóttanir móti trygdini hjá Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder