Mentan

- Hevði ikki gjørt nakað øðrvísi

- Eg eri ikki vanur at tapa, men tað var ikki mín skepna at vinna Paradise Hotel, og tað er í lagi, sigur Karl Weihe

Karl Weihe (Mynd: Viaplay)

Karl Weihe (Mynd: Viaplay)

2024-03-17 18:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Karl Weihe varð í síðstu viku tveittur út úr norska Paradise Hotel - satt at siga, tí hann var ov klókur fyri hinar gestirnar. Ella tað var í øllum førum tað, sum hinir luttakararnir søgdu orsøkina vera.

Les eisini: - Karl ov klókur at hava her

Men sandavágsmaðurin angrar ikki nakað í dag.

- Hóast eg eri úti, eri eg errin av mínari luttøku, og vildi ikki gjørt nakað øðrvísi. Tí geri eg altíð mítt allar besta her í lívinum, so eg ikki nýtist at iðra meg yvir nakað aftaná, skrivar 22 ára gamli Karl Weihe á sínum Instagram-vanga.

- Eg eri ikki vanur at tapa, men tað var ikki mín skepna at vinna, og tað er í lagi, sigur hann.

Tað er langt síðani at upptøkurnar eru gjørdar, men luttakararnir kunnu sjálvsagt ikki avdúka nakað. Heldur ikki um teir vera við aftur seinni í røðini. Karl Weihe sigur seg vóna, at hann fær eina fríbillett.

- Eg eri keddur av, at eg ikki er á tykkara skíggja longur, men man kann altíð vóna, at eg fái eina fríbillett inn aftur. Men um ikki, so mugu vit síggja, hvat gudarnir hava planlagt fyri meg, skrivar Karl Weihe.

Paradise Hotel nærkast endanum, og hesa vikuna er sonevnd hálvfinaluvika. Í finaluvikuni verður eisini brúk fyri einari dómsnevnd, sum vanliga er mannað við luttakarum sum hava gjørt vart við seg. Kanska verður Karl Weihe aftur at síggja.

Paradise Hotel sæst stroymingartænastuni á Viaplay. Nýggir partar koma út sunnukvøld.

Les eisini: - Eg elski norskar damur

Les eisini: Móttikið deyðshóttanir eftir Paradise-luttøku

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder