Uttanlands

– Hevði ongantíð ætlað at brenna nakra bók

Ein maður hevði fingið loyvi at brenna heilagu bókina hjá jødum í Stockholm í dag, men kortini varð eingin bók brend

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2023-07-15 16:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað hevur skapt øsing, at ein maður hevði fingið loyvi av svensku løgregluni at brenna bíbliuna, og toruna, ið er heilaga bókin hjá jødum frammanfyri ísraelsku sendistovuni í Stockholm í dag.

M.a. ísraelski forsetin, Isaac Herzog hevði fordømt ætlaða mótmælið, sum varð lýst sum eitt aftursvar til tey, sum hava brent koranir seinastu tíðina.

Tá maðurin, sum er í 30unum, møtti upp á staðnum tveitti hann tó tendraran frá sær og segði, at hann hevði ikki tørv á honum.

– Eg hevði ongantíð ætlað mær at brenna nakra bók, segði maðurin, tá hann møtti upp á staðnum.

– Eg eri muslim, og vit brenna ikki aðrar bøkur, segði hann sambært SVT og legði afturat, at hann ynskti at vísa, at fólk skulu vísa virðing fyri hvørjumøðrum.

Tá maðurin søkti um loyvi at brenna heilagu bøkurnar, lýsti hann mótmælið sum "eina symbolska samkomu til frama fyri talufrælsi".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder