Innanlands

– Hevur gingið væl at fáa føroyingar at svara

Í heyst vórðu spurnabløð send út til 8.000 fólk í sambandi við fólkaheilsukanningina "Hvussu hevur tú tað?", og hóast omanfyri 60 prosent hava svarað, vónar Fólkaheilsustýrið, at fleiri fara at luttaka í kanningini – Spurnablaðið er tøkt á Vanganum, og freistin at svara er úti á midnátt

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2023-11-13 13:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í september fingu 8.000 tilvildarliga valdir føroyingar innbjóðing sendandi um at luttaka í fólkaheilsukanningini ”Hvussu hevur tú tað?”, og tað hevur gingið væl hjá Fólkaheilsustýrinum at fáa svar frá fólki.

Fólkaheilsustýrið sigur í tíðindaskrivi, at omanfyri 60 prosent av teimum spurdu hava svarað spurnablaðnum á Vanganum. Kortini verður heitt á enn fleiri um at svara, áðrenn freistin er úti á midnátt.

Talan er um eina spurnakanning um heilsu, trivnað og sjúku, sum hevur til endamáls at fáa til vega vitan, sum kann brúkast til at meta um fólkaheilsuna í Føroyum. Kanningin útvegar upplýsingar um heilsustøðuna hjá føroyingum sum heild, sum heilsuverk og myndugleikar kunnu brúka sum grundarlag fyri at leggja til rættis og raðfesta átøk á heilsuøkinum.

– Tess fleiri svara, tess betri, sigur Vár Honnudóttir, verkætlanarleiðari, og leggur dent á, at svarprosentið hevur týdning fyri virðið á kanningini.

– Umboðanin higartil eru rættiliga góð, økini eru javnt umboðað, allir aldursbólkar luttaka og bæði kyn eru væl umboðað. Í grundini eru vit væl nøgd, men vit vóna tó, at endaspurturin verður so mikið góður, at tilsamans tveir triðingar fara at svara.

Spurnablaðið er tøkt á Vanganum undir Fólkaheilsustýrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder