Hetta vikuskiftið hevur Bátastevna verið í Vestmanna, og hóast nógv fólk, hevur tað sum heild gingið rættiliga friðarliga fyri seg, upplýsir løgreglan.
– Har hava verið nógv full fólk, sum vit hava hjálpt, og eisini hava verið onkrar illstøður, har vit hava lagt okkum uppí, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Eisini kannar løgreglan eitt harðskapsmál frá stevnuni. Tveir persónar vóru í hornatøkum, og tann eini persónurin varð handtikin. Eisini varð ein persónur skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, og varð hann tikin við á løgreglustøðina at sova rúsin av sær.
Vaktleiðarin leggur afturat, at samarittarnir og bjargingarfeløgini á staðnum hava gjørt eitt stórt arbeiði við at taka sær av fólki, sum eru komin illa fyri, og tað skulu tey hava stórt rós fyri.
Sí eisini: Myndir: Bátastevna í Vestmanna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald