Uttanlands

- Hjálandalyndi av ringasta slag

Grønlendskur landsstýrismaður undrast á spurningar hjá donskum fólkatingslimi

Vittus Qujaukitsoq (Mynd: sermitsiaq.gl)

Vittus Qujaukitsoq (Mynd: sermitsiaq.gl)

2019-10-04 17:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Hetta er dømi um hjálanda-lyndi av ringasta slag.

Soleiðis sigur grønlendski landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Vittus Qujaukitsoq, um ein fyrispurning, sum danski fólkatingslimurin, Søren Espersen, hevur sett danska uttanríkisráðharranum.

Søren Espersen er valdur fyri Dansk Folkeparti og situr í uttanlandsnevndini hjá Fólkatinginum. Hann hevur umvegis nevndina sett uttanríkisráðharranum ein spurning, um hvat grønlendski landsstýrismaðurin, Vittus Qujaukitsoq, hevur gjørt í USA.

Spurningurin til Jeppe Kofoed, uttanríkisráðharra, er soljóðandi: ”Kan ministeren bekræfte forlydender om, at Grønlands Landsstyres minister for Finanser og Nordisk Samarbejde, Vittus Qujaukitsoq, netop har været på besøg i Alaska, hvor han skulle have mødtes fortroligt med repræsentanter for USA's regering samt en repræsentant for CIA, og hvorunder der bl.a. blev diskuteret en bilateral aftale mellem Grønlands Selvstyre og USA samt betaling for tilstedeværelse på Thule Air Base? Vil ministeren i den forbindelse oplyse, hvilke repræsentanter fra de amerikanske myndigheder som deltog i mødet – navne og titler - samt oplyse, hvorvidt der til stede ved mødet var repræsentanter for Danmarks regering, og i bekræftende fald hvem – navne og titler?”

Sjálvur undrast landsstýrismaðurin inn á áhugan hjá danska fólkatingsliminum.

-Eg havi í summar hitt fleiri umboð fyri amerikansku stjórnina. Talan er um fólk frá amerikanska uttanríkisráðnum, vinnumálaráðnum, orkumálaráðnum og amerikanska sendiharran, sigur Vittus Qujaukitsoq við blaðið Sermitsiaq.

Um møguligt samband við loyniligu CIA-fregnartænastuna sigur Vittus Qujaukitsoq, at hann herfyri var í Alaska har hann sat við eitt pallborð msnan við fyrrverandi stjóranum hjá CIA, David Petraeus í samband við ársfundin hjá International Forum of Sovereign Wealth Funds, IFSWF.

- Tað liggur onki illgrunasamt í at hava fundir við amerikanarar, sigur Vittus Qujaukitsoq og vísir á, at tað er heilt vanligt fyri limir í grønlendska landsstýrismanninum.

Hann skilir tí ikki, hví danski uttanríkisráðharrin skal blandast beinleiðis uppí hvat tað er, sum hann ger sum landsstýrismaður í Grønlandi.

Søren Espersen hevur enntá í dag sett uttanríkisráðharranum – umvegis uttanlandsnevndina – enn ein spurning viðvíkjandi virkseminum hjá Vittus Qujaukitsoq. Spurningurin í dag er soljóðandi: ”Vil ministeren oplyse, hvilke tjenstlige udlandsrejser Grønlands Landsstyremedlem Vittus Qujaukitsoq har foretaget fra begyndelsen af 2018 og indtil nu i 2019 – herunder oplyse tjenesterejsernes formål?”

- Fyrr er taðfallið Søren Espersen fyri bróstið, at vit hava havt samrøður við kinesarar. Og nú vil hann eftir øllum at døma ikki hava, at vit tosa við amerikanarar. Eg kenni ikki orsøkirnar hjá Søren Espersen at taka henda spurningin upp, men hvat er hetta fyri ein hugburður. Vit skulu sjálvandi ikki lata okkum stýra, sigur Vittus Qujaukitsoq við Sermitsiaq.

Jeppe Kofoed, uttanríkisráðharri, hevur ikki svarað spurningunum enn.

[object Object]
Søren Espersen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder