Avgerðin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump um at steðga nýggju revsitiltøkunum móti Russlandi er týðandi og søgulig.
Tað sigur Kirill Dmitrijev, ráðgevi hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin og serligt sendifólk í Ukraina-málum, sum hevur luttikið í samráðingum millum USA, Russland og Ukraina.
Nýggi lógarpakkin við revsitiltøkum, sum hevur fingið navn eftir senatorinum Lindsey Graham, sum andaðist í summar, hevði havt við sær álvarsligan skaða á amerikanska búskapin og altjóða marknaðir, sigur Dmitrijev sambært Ritzau.
Tað var fríggjadagin, at Trump kunngjørdi, at revsitiltøkini, sum stóðu til at koma í gildi um vikuskiftið, fyribils ikki fóru at verða sett í gildi kortini. Hendan avgerðin kom stutt eftir, at USA hevði gjørt eina avtalu við Russland um keyp av russiskum diesel.
Les eisini: Trump: Revsitiltøk móti Russlandi kortini ikki sett í gildi
Les eisini: Rubio: Bíða við revsitiltøkunum í 60 dagar
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sum eisini hevur funnist at dieselavtaluni, er alt annað enn fegin um avgerðina hjá Trump um at steðga revsitiltøkunum.
Hann heldur, at tað var ein skeiv avgerð, sum bert hjálpir Russlandi og ikki steðgar krígnum.
Lógin hevði lagt veruligt trýst á Russland fyri at steðga krígnum millum Russland og Ukraina, skrivar Zelenskyj á X.
Hann skrivar, at hetta helst ikki verða tey síðstu tiltøkini, sum verða linkað.
– Eg haldi ikki, at dieselavtalan og avgerðin viðvíkjandi Lindsey Graham-lógini eru endin. Tíverri.
Zelenskyj leggur afturat, at hann hevði stóra virðing fyri og hevði gott samband við Lindsey Graham, sum andaðist stutt eftir, at hann var komin heim frá einari vitjan í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald