2026-08-09 13:58
Hormuzsundið verður ikki latið uppaftur, áðrenn USA gongur krøvunum hjá Iran á møti, sigur iranska kollveltingarverjan.
Tað var leygardagin, at Iran kom við einum lista av krøvum til USA, skrivar Ritzau.
Amerikanski stongsulin av iranskum havnum skal steðgast, amerikonsk revsitiltøk móti Iran skulu avtakast, USA skal taka herfólk síni úr økinum kring Iran, og USA skal rinda Iran endurgjald fyri krígsskaðar.
Eisini skal iransk innifryst ogn leysgevast, og álop á sameindum hjá Iran í Miðeystri skulu steðgast.
Ætlanin hjá iransku kollveltingarverjuni er at halda Hormuzsundið stongt, inntil "fíggindin" góðtekur øll krøv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald