Uttanlands

– Hugsi ikki serliga nógv um Putin

Fríggjadagin hittust Joe Biden og Keir Starmer at umrøða spurningin um at lata ukrainum langtberandi vápn, og ávaringin hjá Vladimir Putin hevur ikki spælt nakran leiklut, sigur Biden

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer og amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer og amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

2024-09-14 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin hittust amerikanski forsetin Joe Biden og bretski forsætisráðharrin Keir Starmer í Hvítu Húsunum.

Á dagsskránni var m.a. spurningurin, um ukrainar skulu sleppa at brúka langtberandi vápn til at leypa á mál langt inni í Russlandi.

Á fundinum var ikki komið til nakra niðurstøðu, men Joe Biden undirstrikar, at ávaringin hjá russiska forsetanum Vladimir Putin hesumviðvíkjandi ikki hevur spælt nakran leiklut.

Sambært Putin hevði vesturheimurin við at loyva Ukraina at brúka langtberandi vápn farið uppí stríðið millum Russland og Ukraina.

Les eisini: – Við hesum fer Nato uppí stríðið

– Eg hugsi ikki serliga nógv um Vladimir Putin, segði Biden sambært Ritzau.

Ukraina hevur leingi ynskt at sleppa at brúka m.a. amerikanskar ATACMS-rakettir móti málum langt inni í Russlandi.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur m.a. víst á, at russisk álop á Ukraina kunnu steðgast við at leypa á flogstøðir og aðrar herstøðir hjá Russlandi.

Men sambært amerikonskum embætisfólkum fara ATACMS-rakettir at hava eina avmarkaða ávirkan í krígnum. Sagt verður, at har eru ov fáar av teimum til at broyta gongdina í krígnum, tær eru ov dýrar, og amerikanarar vilja heldur ikki tøma teirra egnu goymslu.

Tað er eisini ein møguleiki, at ukrainar kunnu fáa langtberandi rakettir frá bretum, og hetta verður umrøtt á ST-aðalfundi í New York seinni í hesum mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder