Ósemjan millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og tað almenna, persónifiserað í teimum báðum Óluvu í Gong, forkvinnu, og Ruth Vang, landsstýriskvinnu, hevur neyvan verið størri enn hon er nú, tingið væntandi skal viðgera málið í dag.
- Tann hurðin, sum tyktist vera gloppað í gjárkvøldið, er smekkað aftur í gronina á okkum, segði ein rættiliga øst Ruth Vang í samrøðu við útvarpið fyri løtu síðani.
Sambært landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum ber ikki til hjá Fíggjarmálaráðnum at ganga undir ultimativu krøvunum frá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Sum skilst er ikki so langt millum partarnar, hvat tey bæði fyrstu árini viðvíkur. Men sambært Ruth Vang hava sjúkrarøktarfrøðingarnir eitt krav til tað triðja árið, sum svarar til eina lønarhækking á yvir seks prosent.
- Hetta kunnu vit als ikki ganga við til. Hendir tað, enda vit út í eini støðu við vaksandi inflasjón, tí so skulu vit geva øllum hinum 36 fakfeløgunum somu lønarhækkan. Tað kunnu vit ikki standa modell til, sigur Ruth Vang.
Løgtingsfundurin til framleggingar av lógaruppskoti er settur at byrja nú klokkan 11.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald