Innanlands

– Hví hevur landsstýrismaðurin tikið hesa avgerðina

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður vil hava landsstýrismannin í heilsumálum at greiða nærri frá, hvørjar grundgevingar hann hevur fyri at hava skift seks av níggju limum í Etiska ráðnum út

– Avgerðin um at koyra ráðslimirnar frá hevur elvt til undran og ørkymlan millum fólk, sigur Bjarni Kárason Petersen (Savnsmynd)

– Avgerðin um at koyra ráðslimirnar frá hevur elvt til undran og ørkymlan millum fólk, sigur Bjarni Kárason Petersen (Savnsmynd)

2022-09-19 17:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku boðaði Heilsumálaráðið frá, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður hevði tilnevnt nýtt Etiskt ráð, har seks av teimum níggju limunum eru skiftir út.

Les eisini: Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt nýggjar limir í Etiska Ráðið

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn vil hava landsstýrismannin at greiða nærri frá, hví hann hevur tikið hesa avgerð, og hevur hann sett honum fyrispurning um málið.

– Avgerðin um at koyra ráðslimirnar frá hevur elvt til undran og ørkymlan millum fólk. Somuleiðis er spurnartekn sett við setanina av nýggju ráðslimunum og grundgevingarnar handan avgerðina, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Hann vil hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, hvørjar grundgevingar hann hevur fyri at skifta seks limir í Etiska ráðnum út, um avgerðin samsvarar við løgtingslógina um Etiska ráðið, og hvørjar sakligar grundgevingar hann hevur fyri tilnevningina av nýggja formanninum og nýtilnevndu ráðslimunum.

Allur fyrispurningurin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder