Mentan

- Í Føroyum er nóg mikið av evnum at skriva óðar sangir um

Drúgv samrøða við føroysku punkararnir Joe & the Shitboys í bretska tónleikatíðarritinum Dork

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-06 17:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Um vit bara skuldu ’hingið út’ við øðrum punkarum, so høvdu vit ongar vinir. Vit eru einastu punkararnir her í landinum. Hitt punkorkestrið var tað, vit vuksu upp til.

Bretska rokk-tíðarritið Dork hevur drúgva grein um føroysku punkararnar í Joe & the Shitboys í mai-útgávu síni, ið júst er útkomin.

Tíðarritið hevur gjørt eina video-samrøðu við teir báðar limirnar Joe og Ziggy Shit, (ávikavist Fríði Djurhuus og Sigmund Zachariassen, -red.) har teir greiða frá, hvussu tað er at vera punkari í Føroyum.

Rættiliga einsamalt í fyrsta umfari. Men teir fortelja eisini, at keldan av evnum at skriva sangir at vera óður um, er ótømandi í einum samfelag, sum eftir teirra áskoðan er afturhaldandi, konservativt og keðiligt fyri ein bólk av ”queer vegan shitpunks”.

Eitt er, at punk-pallurin í Føroyum er lítil. Tað eru tey somu fólkini, sum koma til konsertirnar, so tað er avmarkað hvussu nógv ein kann spæla.

Ongin vandi er tó fyri, at áhoyrarnir keðast, greiða shitboys’arnir frá, tí sangirnir eru so stuttir, at áhoyrarin ikki nær at keða seg.

Komandi útgávan hjá teimum tekur bara 10 minuttir at spæla, tí sangirnir eru bara áleið ein minutt í longd.

- Vit pressa sangirnar á 7-tumma vinyl. Fimm minuttir á hvørjari síðu – tað er tað mest punkuta vit kunnu gera. Vanliga bíleggja vit ein dag í upptøkuhøli, brúka ein tíma at venja og taka hvønn sang upp. Tá vit hava 10 sangir í kassanum, er plátan liðug, greiðir Ziggy frá í samrøðuni við Dork.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder