Innanlands

– Í løtuni er eingin ætlan um at broyta heimauppihaldið

Tá heimauppihaldið varð tillagað fyri einum mánað síðani, vóru heilsufakligu myndugleikarnir eisini spurdir til ráðs, og er neyðugt at endurskoða galdandi skipanir, verður tað gjørt, sigur løgmaður í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-19 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Miðskeiðis í mai mánað vórðu tilmælini til ferðafólk tillagaði, so tey, sum ikki vóru liðugt koppsett ella høvdu havt koronu fingu fríari ræsur fyrstu dagarnar eftir komu. Einasta avmarkingin var, at hesi áttu at halda seg frá størri mannfjøldum sum eitt nú føðingardagar, veitslur, kirkjur og samkomur, og størri ítróttatiløk. Annars kundu tey eitt nú fara á matstovu og annað stutt eftir komu.

Í løtuni er eingin ætlan um at broyta heimauppihaldið aftur, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg.

Sambært Sirið Stenberg merkti tillagingin av heimauppihaldinum, at tilmælið í roynd og veru varð slept, og vildi hon hava at vita, hví so var. Eisini vildi hon hava at vita, um tað var fakkunnleikin, sum hevði mælt til hesa broyting, og um ætlanin var at broyta hetta aftur.

Nakrar dagar eftir, at tilmælið um heimauppihald var broytt, byrjaði korona at gera um seg í Føroyum aftur, og Sirið Stenberg vísti á, at fleiri undraðust yvir, hví tilmælið var broytt.

– Nú koronusmittan hevur tikið seg uppaftur, undrast mong á, hví tilmælið um heimauppihald við komu til Føroyar varð slept. Serliga sæð í ljósinum av, at tilmælini innanlands í Føroyum eru linkað sera nógv. Fakmyndugleikin hevur sagt alment, at tamarhald er ikki á støðuni, segði Sirið Stenberg.

Seinastu vikuna hava tó ikki verið nógvir tilburðir, og fyrradagin var eisini latið meira uppaftur. Løgmaður sigur, at landsstýrið fylgir gongdini, og er neyðugt at endurskoða galdandi skipanir, verður tað gjørt.

Tilmælið er ongantíð slept

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vísur á, at tilmælið um heimauppihald ongantíð var slept, men at tað var tillagað orsakað av góðu smittugongdini og støðugu framgongdini við at koppseta. Í sama viðfangi varð økt um kanningarmøguleikarnar, so tað bar til at lata seg kanna allar dagar í vikuni.

Eisini upplýsir hann, at heilsufakligu myndugleikarnir eisini vórðu spurdir til ráðs í mun til at tillaga heimauppihaldið.

– Føroyski koronapolitikkurin hevur síðani mars mánað í 2020 hvílt á eina javnvág millum heilsufaklig atlit og samfelagslig atlit. Hvørja ferð landsstýrið hevur tikið stig til at broyta tilmælini, hava heilsufakligu myndugleikarnir eisini sagt sína hugsan, sigur hann.

Spurningurin hjá Sirið Stenberg og svarið hjá løgmanni kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder