
Tað er í dag, at bretarnir veruliga hátíðarhalda jólini. Eins og í fjør, ávirkar koronustøðan í landinum høgtíðina í ár - tó ikki eins nógv í 2020, millum annað tí at avmarkingarnar als ikki eru eins harðar.
Tó ger omikron-frábirgdi vart við seg, og í gjár, jólaaftan, varð smittumet aftur sett í Bretlandi fyri eitt samdøgur, tá 122.000 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir.
Í gjáramorgunin kom videobrot út, har Boris Johnson hevur eina jólarøðu á tríggjar minuttir. Høvuðsboðskapurin hjá forsætisráðharranum tyktist at vera greiður: Koppseti tykkum - um tað so er fyri fyrstu ferð, aðru ferð ella triðju ferð.
- Nú hava tit skjótt ikki meira tíð til at keypa jólagávur, men tað er framvegis nakað undirfult, ið tit kunnu geva familju tykkara og øllum landinum, og tað er at verða prikaði - um tað so er tað fyrsta, næsta ella "boostarin" - hetta millum annað so at næstu jól kunnu gerast uppaftur betri
Yvir 51 milliónir av teimum yvir tólv ár í Bretlandi - hetta er beint yvir 90 prosent av teimum yvir tólv ár - áleið 82 prosent eru koppsett tvær ferðir, og talið. Hetta vísa tølini fyri í gjár
Í samband við høgtíðina, og umbøninina um koppseting, tekur Boris Johnson Jesus við í líkningina:
- Tað er ikki bert fyri eins egna besta at verða koppsettur; tað er fyri okkara vinfólk og familju og øllum, sum vit møta. Hetta er hóast alt læran hjá Jesusi, hvørs føðing er miðdepilin í hesari stóru hátíðini; at vit elska næsta okkara sum okkum sjálvi.
Í hesum sambandi rósar Boris Johnson millum annað starvsfólkum í NHS, ið hava tikið eitt stórt tak, og teimum sum sjálvboðið fara í sóttarhald. Forsætisráðharrin er í løtuni undir trýsti, orsakað av millum annað koronustøðuni, tí hann í tilgongdini hevur brotið egnar avmarkingar við at halda veitslur í Downing Street og eisini tí stríð hevur tikið seg upp í egnum flokki, og stuðulin til konservativa flokkin tykist at vera minkandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald