Innanlands

– Ikki grundarlag fyri at staðfesta, at Føroya Tele hevur brotið kappingarlógina

Føroya Kærustovnur hevur broytt eina avgerð hjá Kappingarráðnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-12-13 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á fundi 24. juli avgjørdi Kappingarráðið, at Føroya Tele hevði brotið kappingarlógina í sambandi við, at Sp/f Tosa í 2017 fekk boðið atgongd til farnetið og veitingar frá Føroya Tele, men eftir at hava viðgjørt kæru frá Føroya Tele í farnu viku, er Føroya Kærustovnur komin til eina aðra niðurstøðu.

Kappingarráðið mett, at Føroya Tele við sínum tilboði hevði misnýtt sína ráðandi støðu á marknaðinum, men tað er ikki grundarlag fyri at staðfesta, at Føroya Tele hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum, sigur Kærustovnurin.

Í grundgevingini hjá Føroya Kærustovni stendur m.a.:

– Avgerðin er grundað á, at tað við støði í upplýsingunum í málinum ikki er grundarlag fyri at staðfesta, at Føroya Tele hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum fyri heilsølu av FullMVNO tænastum innan fartelefoni í Føroyum, og treytin um ráðandi støðu í grein 11, stk. 1 í kappingarlógini, er sostatt ikki lokin.

Avgerðin hjá Føroya Kærustovni kann skjótast inn fyri Føroya Rætt innan átta vikur, og Kappingareftirlitið viðger í løtuni spurningin um málið skal roynast í rættarskipanini, skrivar Kappingareftirlitið í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder