Tá eitt koppingarevni móti koronasmittuni kemur, verður ikki neyðugt at koppseta øll, siga heilsumyndugleikarnir í Kina, har koronavirusið hevur sín uppruna.
Sambært leiðaranum av kinesiska heilsustýrinum, Gao Fu, fer mann at raðfesta koppsetingina av starvsfólkum innan heilsuøkið og fólk, sum kunnu vera serliga sárbær yvirfyri virusinum.
Í løtuni er ikki neyðugt at hópkoppseta, men hetta kann tó broytast, um enn ein álvarsom smittubylgja rakar Kina, sigur hann.
Sostatt gongur Kina eina heilt aðra leið enn fleiri lond í vesturheiminum, sum ætla at koppseta ein stóran part av fólkinum.
Almennu tølini vísa, sambært Jyllands-Posten, at smittutalið í Kina hevur verið sera lágt síðan í vár, men fráboðanir hava verið um, at smittan hevur tikið seg uppaftur ymsastaðni í landinum. Hvørja ferð hevur landið tó megnað at fáa tamarhald á støðuni innan fáar vikur gjøgnum afturlatingar og nógvum kanningum.
Um allan heimin hava nú fleiri enn 30 mió. fólk fingið staðfest smittuna, og talið á skrásettum andlátum nærkast milliónini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald