Ísraelskar herdeildir verða verandi í sonevndu trygdarøkjunum í Libanon, Sýria og Gaza higartil, sigur ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz.
Ísraelsku herfólkini verða í økjunum fyri at "verja ísraelskar íbúgvar og lokalsamfelagið móti jihadiskum yvirgangsbólkum", verður sagt.
– Vit taka okkum ikki úr trygdarøkjunum, sigur ísraelski verjumálaráðharrin, sum samstundis ávarar Iran ímóti at leypa á Ísrael orsakað av virksemi teirra í Libanon.
So verður Iran rakt við fullari megi, sigur Katz sambært Ritzau.
Fríggjadagin varð rammuavtala undirskrivað, sum skal slóða fyri friði millum Ísrael og Libanon og avvápnan av hernaðarligu Hizbollah-rørsluni.
Ísraelska stjórnin hevur tó fleiri ferðir útihýst møguleikanum at taka herfólk síni úr sunnara parti av Libanon, har javnan verður boðað frá bardøgum millum Hizbollah og ísraelska herin.
Ísraelsku herdeildirnar verða fyrst sendar heim, tá Hizbollah er avvápnað, sigur Ísrael.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald