Tað var ikki Ísrael, sum stóð aftanfyri rakettálopið á Al-Ahli al-Arabi sjúkrahúsið í Gaza býi týskvøldið.
Tað er siga verjumálaráðið í Kanada og franska fregnartænastan DRM, sum savnar upplýsingar fyri franska herin.
Sambært kanadiska verjumálaráðnum byggir niðurstøða teirra á opnar keldur og loyniligar upplýsingar, skrivar DR. Helst var tað ein rakett úr Gaza, sum av misgáum rakti sjúkrahúsið.
Í Fraklandi eru tey komin til somu niðurstøðu.
– Har er einki, sum fær okkum at siga, at tað var eitt ísraelskt álop, men tað, sum er mest sannlíkt, er, at talan var um eina hending við einari palestinskari rakett, sigur DRM sambært Reuters.
Hetta var eisini boðskapurin hjá amerikanska forsetanum Joe Biden, tá hann vitjaði í Ísrael í vikuni. Hann segði, at alt bendi á, at tað ikki var Ísrael, sum stóð aftanfyri, hóast tað enn ikki var greitt, hvat var hent.
Sambært ísraelska herinum var talan um eina rakett hjá Islamiskum Jihad, men hetta hevur bólkurin víst aftur.
Álopið á sjúkrahúsið kravdi 471 mannalív.
Les eisini: Biden: - Rakettin móti sjúkrahúsinum kom ikki úr Ísrael
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald