Innanlands

– Kann hugsast at mannagongdir skulu broytast

Liljan Weihe, løgtingskvinna spyr Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu um mannagongdirnar í sambandi við spontanar abortir

Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-08 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvørjar mannagongdir eru galdandi, tá barnakonur í Føroyum missa barnið í móðurlívi?

Tað vil vil Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi hava at vita frá landsstýriskvinnuni í heilsumálum, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Mett verður, at fjórði hvør graviditetur endar í einari sonevndari spontanari abort, og fyri kvinnurnar, sum hetta rakar, er tað ein sera svár støða sálarliga, men kann eisini vera kropsliga hart, vísir løgtingskvinnan á.

Hon spyr, nær kvinnur í Føroyum fáa bjóðað hjálp í sambandi við spontana abort, hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja slíkum støðum, og um nøkur ætlan er um at broyta mannagongdir.

– Vanlig mannagongd eftir spontanar abortir hevur verið, at kvinnan fær at vita, at spontana abortin er náttúrunnar máti at sálda sjúk fostur frá. Fostur við t.d. kromosomfeili. Hetta byggir tó ikki á nágreiniliga gransking, tí millum lítil og ongin gransking er gjørd á økinum. Nakað, sum er galdandi fyri fleiri kvinnusjúkur, sigur Liljan Weihe í viðmerking til ein §52a fyrispurning.

– Orsøkin til spontanar abortir verður ikki kannað nærri, fyrr enn kvinnan hevur havt tríggjar spontanar abortir eftir læknaliga staðfestan graviditet. Kvinnur og pør skulu tí gjøgnum nógvan sálarkvøl, umframt kropsligu avleiðingarnar, áðrenn tey fáa hjálp at gerast foreldur. Nakað, sum er tyngjandi fyri bæði foreldur og avbjóðandi fyri parlagið.

– Nýggj gransking vísir nú, at orsøkin kann liggja í stoffskiftinum hjá kvinnum, sum kann kannast og fyribyrgjast. Ein onnur orsøk kann vera vøddaknútar, sum gera tað trupult hjá kvinnuni at halda uppá eitt fostur. Tí kann hugsast, at mannagongdir skulu broytast, so færri kvinnur í framtíðini skulu gjøgnum fleiri spontanar abortir, áðrenn tær fáa hjálp, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder