Uttanlands

– Kann verða neyðugt við koppseting á hvørjum ári

Stjórin í heilivágsfyritøkuni Pfizer sigur, at tað helst verður neyðugt við árligari koppseting nógv ár framyvir

Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech er tað, sum verður brúkt til koronukoppsetingar í Føroyum, og yvir 6.500 føroyingar hava nú fingið trý prik við hesum koppingarevninum (Mynd: EPA)

Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech er tað, sum verður brúkt til koronukoppsetingar í Føroyum, og yvir 6.500 føroyingar hava nú fingið trý prik við hesum koppingarevninum (Mynd: EPA)

2021-12-03 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður helst neyðugt við einum nýggjum koronupriki á hvørjum ári í nógv ár framyvir.

Tað heldur Albert Bourla, stjóri í fyritøkuni Pfizer, sum hevur ment koppingarevnið móti koronu, sum vit m.a. brúka her í Føroyum.

Í samrøðu við BBC sigur hann, at tað helst verður neyðugt fyri at varðveita "eina høga verju".

Hann sigur, at Pfizer longu hevur ment eina dagførda koppseting til at basa Beta-frábrigdinum, ið er fyrsta frábrigdið, ið varð staðfest í Suðurafrika, og Delta-frábrigdinum, sum varð staðfest í India. Arbeitt verður nú við einari dagførdari koppseting afturat, nú Omikron-frábrigdið er byrjað at gera um seg, og hon kann vera klár um einar 100 dagar, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder