Uttanlands

– Kanska einki kríggj við Trump sum forseta

Tað sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, sum er sinnaður at tosa við Donald Trump um Ukraina

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2025-01-25 13:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin er opin fyri at tosa við nývalda amerikanska forsetan, Donald Trump um kríggið í Ukraina, sigur hann við russiskt sjónvarp.

Putin sigur, at sambandið við Trump er pragmatiskt og byggir á álit. Eisini sigur hann, at vit kundu verið sloppin undan kríggi í Ukraina, um "valsigurin í 2020 ikki varð tikin frá Trump".

Tað var demokraturin Joe Biden, sum sigraði á forsetavalinum í 2020 og gjørdist forseti frá januar 2021, til Trump yvirtók embætið farna mánadag. Trump heldur tó framvegis uppá, at sigurin hjá Biden varð stolin, og at umfatandi valsvik varð framt.

– Eg kann ikki annað enn at vera samdur við hann í, at um hann var blivin forseti - um sigur hansara ikki varð stolin í 2020 - so hevði kanska eingin kreppa verið í Ukraina, sigur Putin sambært Ritzau.

Hvussu vit vóru sloppin undan krígnum í Ukraina, um Trump varð blivin forseti fyri fýra árum síðani, sigur Putin einki um.

Undir Biden var USA størsti einstaki stuðulin hjá Ukraina í sambandi við kríggið. Tað er ógreitt, hvussu amerikanski stuðulin verður frameftir. Trump hevur undir frosetavalstríðnum funnist at stuðlinum til Ukraina, og hevur hann sagt, at hann kundi fáa ein enda á krígnum uppá ein dag. Seinni hevur hann tó ásannað, at tað kann taka upp til eitt hálvt ár. Eisini hevur hann sagt, at hann ætlar at seta í gildi nýggj revsitiltøk móti russum, um Putin ikki megnar at fáa ein enda á krígnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder