Greinin avdúkar hvat hendir í trimum teimum nýggjastu pørtunum av norska "Paradise Hotel".
--
Tað er ein trýstur sandavágsingur hesa vikuna í norsku útgávuni av Paradise Hotel, og hann endar við at vera tveittur út.
Ævintýrið byrjaði annars væl hjá Karl Weihe, sum fyrstu vikuna syrgdi fyri at stóri spælarin Mario Rieira reyk út. Hann er síðan komin inn aftur, og nú var tað Karl sum stóð fyri skotum.
Helin Moe og Karl Weihe (Mynd: Viaplay)
Alt kundi annars verið øðrvísi um Karl ikki varð svikin av partnara sínum, Helin Moe. Evnið hesa vikuna eru freistingar í aldingarðinum, og luttakararnir fingu møguleika at vinna 50.000 krónur og ein stól, sum tryggjar pláss í hálvfinaluvikuni. Tók man av hesum møguleikanum, varð partnarin settur í stóran vanda. Partnarin hjá Karli, Helin, tók av freistingini.
Saman við honum vera seinni tvey onnur sett í vanda, og so er tað, at stóru spælararnir á hotellinum, Mario Rieira og Johannes Magnussen fara í gongd.
Luttakararnir skulu velja ein av teimum trimum at tveita út.
- Karl er alt ov klókur at hava her. Øll valini, sum Karl hevur gjørt her inni, eru ordiliga góð og hann spælir feilfrítt. Og tí er tað ræðandi at hava hann við víðari í spælinum, staðfestir Johannes.
- Hann er ov klókur, alt ov klókur, sigur Mario Rieira.
Og tá atkvøðurnar verða givnar, fella allar uttan ein til klóka mannin úr Sandavági, sum má rúka.
Mario Rieira og Karl Weihe (Mynd: Karl Weihe / Instagram)
Dreymur at vinna
Tað er eingin loyna, at Karl Weihe fór eftir øllum, og at tað var eitt vónbrot at verða tveittur út, nú tað av álvara gerst spennandi.
- Tað var ein dreymur fyri meg at vinna. Sjálvt um tú gert alt rætt, rýkur tú út allíkavæl. Og tað er hart fyri meg, sigur Karl Weihe tá hann verður tveittur út.
(Mynd: Viaplay)
Hann er tó vísur í, at hann hevur vunnið seg inn í hjørtuni á norskum konufólki.
- Eg vann ikki Paradise, men eg eg eri heilt vísur í , at eg havi vunnið nakrar norskar damur. Eg komi til Noreg aftaná hetta her. Vit síggjast í Noregi, gentir, sigur hann brosandi.
Paradise Hotel sæst stroymingartænastuni á Viaplay. Nýggir partar koma út sunnukvøld.
Les eisini: - Eg elski norskar damur
Les eisini: Móttikið deyðshóttanir eftir Paradise-luttøku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald