Síðan tað í morgun kom fram, at Boris Johnson hevði játtað at leggja frá sær sum forsætisráðharri og formaður í konservativa flokkinum, hevur verið bíðað eftir almennu fráboðanini hjá Boris Johnson, og klokkan hálvgum eitt kom hann úr Downing Street 10 at hava tíðindafund.
– Tað er púra greitt, at tey í konservativa flokkinum ynskja ein nýggjan leiðara og harvið eisini ein nýggjan forsætisráðharra, segði hann.
Seinastu 48 tímarnar hava 59 ráðharrar lagt frá sær, og Johnson hevur nú sett eina nýggja stjórn, sum skal virka, inntil eftirmaður hansara er funnin. Tíðarætlanin fyri hesa tilgongdina verður løgd fram í næstu viku, segði hann.
Í røðu sínari takkaði Boris Johnson eisini fólkinum fyri søguliga góða valúrslitið á tjóðartingsvalinum í 2019, og gjørdi hann greitt, at hann fór at virka fyri áhugamálunum hjá fólkinum, inntil ein nýggjur forsætisráðharri er funnin.
– Eg vil hava, at tit skulu vita, hvussu keddur eg eri um at fara úr heimsins besta starvi, segði hann.
Boris Johnson er í dag farin frá sum formaður í konservativa flokkinum, men hann ætlar sær at verða verandi sum forsætisráðharri, til flokkurin hevur funnið ein nýggjan leiðara í heyst.
Fleiri hava tó sett spurnartekin við, um tað er haldbært at lata hann verða verandi í sessinum. M.a. hava tveir fyrrverandi ráðharrar sagt við The Guardian, at hann átti at farið frá í dag, so onkur annar kundi verið virkandi forsætisráðharri.
Les eisini: – Skal ikki sleppa at sita til í heyst
Dagførd kl. 13.10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald