Uttanlands

– Kina fer ikki at selja vápn til Russland

Tað søgdu týski kanslarin, Olaf Scholz, og ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen á felags tíðindafundi sunnudagin

Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, og Olaf Scholz, týskur samveldiskanslari (Mynd: EPA)

Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, og Olaf Scholz, týskur samveldiskanslari (Mynd: EPA)

2023-03-06 11:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eingi prógv eru um, at Kina hevur nakrar ætlanir um at senda vápn til Russland at brúka í krígnum í Ukraina.

Tað søgdu týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz og ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen á felags tíðindafundi sunnudagin sambært miðlinum Politico.

Olaf Scholz segði, at Týskland hevur heitt á Kina um ikki at senda Russlandi vápn men í staðin royna at fáa Russland at taka síni fólk úr Ukraina, og Týskland hevur fingið at vita úr Kina, at ongar ætlanir eru um at senda vápn.

Ursula von der Leyen segði á tíðindafundinum, at ES higartil ikki hevur sæð nøkur prógv um, at Kina umhugsar at senda vápn til kríggið í Ukraina.

– Higartil hava vit eingi prógv um hetta, men vit noyðast at eygleiða hvønn dag, segði hon á tíðindafundinum.

Fyri nøkrum vikum síðani, segði amerikanski uttanríkismálaráðharrin Antony Blinken, at Kina umhugsaði at selja Russlandi vápn, og gjørdi hann greitt, at tað fór at fáa avleiðingar fyri Kina, um landið gjørdi hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder