Komandi vár hevur Týskland fingið floksimmunitet fyri koronu. Tað heldur týski heilsumálaráðharrin, Jens Spahn.
– Koma ikki nýggj frábrigdi, sum koppsetingar ikki kunnu verja ímóti – sum er rættiliga ósannlíkt – hava vit komandi vár vunnið á farsóttini og kunnu venda aftur til ein vanligan gerandisdag, sigur hann.
Jens Spahn ivast ikki í, at Týskland fer at røkka floksimmuniteti. Spurningurin er bert, um tað hendir gjøgnum koppseting ella smittu, sigur hann sambært Ritzau.
Um mann hyggur at samlaða fólkatalinum í Týsklandi, eru uml. 63 prosent av fólkinum liðugt koppsett, men prosentparturin er ymiskur í teimum ymsu landspartunum.
Í býnum Bremen í norðara parti av Týsklandi, eru gott 74 prosent av íbúgvunum liðugt koppsett, men í statinum Sachsen í Eysturtýsklandi, eru bert 54 prosent av íbúgvunum liðugt koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald