Innanlands

– Koppingarevnið er trygt

Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, og Lars Fodgaard Møller, landslækni halda ikki, at fólk hava nakra orsøk at ivast viðvíkjandi koronukoppsetingini

Eingin eigur at ivast í at lata seg koppseta, heldur landslæknin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eingin eigur at ivast í at lata seg koppseta, heldur landslæknin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-13 13:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru framvegis fleiri, sum ikki vilja lata seg koppseta fyri koronu, tí tey vilja vera við, at koronukoppingarevnini eru illa kannað, og at vit ikki vita nóg nógv um langtíðarhjáárinnini av koppingarevninum.

Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, og Lars Fodgaard Møller, landslækni, siga seg tó ikki skilja, at fólk framvegis aftra seg við at lata seg koppseta.

Í skrivi, sum koppsetingarbólkurin hevur almannakunngjørt í dag, vísa teir báðir aftur, at koppingarevnið ikki er nóg trygt.

– Eg kundi skilja, at onkur var ivasamur fyri einum ári síðan, tá alt hetta var spildurnýtt, og koppingarevni komu fram við neyðgóðkenning, tí at støðan í heimshøpi var desperat. Síðan eru nøkur sløg av koppingarevni eisini farin av aftur marknaðinum, júst tí ivi var reistur um tey, sigur Hjalti Gunnarstein.

– Á okkara leiðum verða í dag bara koppingarevnini hjá Pfizer/BioNTech og Moderna brúkt, og tey hava bæði fingið endaliga góðkenning frá FDA og EMA. Eftir fleiri milliardir prik við hesum koppingarevnum eru ongar afturmeldingar komnar um álvarslig hjáárin, sum hava fingið myndugleikarnar at ivast tað minsta í trygdini ella umhugsa at taka góðkenningarnar aftur. Tí skilji eg heldur ikki, at nakar framvegis tvíheldur um, at ov fáar kanningar og upplýsingar eru til skjals, sigur hann.

Lars Fodgaard Møller landslækni, sigur eisini, at hann ikki heldur nakar eigur at ivast í at lata seg koppseta, tí koppsett eru betri vard móti smittu og móti at gerast álvarsliga sjúk við koronu.

Alt skrivið hjá koppsetingarbólkinum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder