Uttanlands

– Koronafarsóttin er tann mest álvarsama heilsukreppan nakrantíð

Tað sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari hjá Heimsheilsustovninum WHO

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari hjá Heimsheilsustovninum WHO (Mynd: EPA)

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari hjá Heimsheilsustovninum WHO (Mynd: EPA)

2020-07-28 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koronafarsóttin er greitt tann mest álvarsama heilsukreppan, sum Heimsheilsustovnurin WHO nakrantíð hevur upplivað. Tað sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari hjá stovninum.

Tað var 30. januar, at Heimsheilsustovnurin lýsti koronafarsóttina sum eina altjóða heilsukreppu, nakað sum stovnurin bert hevði gjørt fimm ferðir framanundan í sambandi við svínakrím, polio, zikavirusið og tveimum útbrotum av ebola í Afrika.

Av øllum hesum altjóða heilsukreppunum er núverandi farsóttin tann mest álvarsama, sigur aðalskrivarin hjá WHO, sum leggur afturat, at heiminurin bert kann vinna á virusinum við at halda seg til strong tilmæli sum at brúka munnbind og ikki at savnast í ov stórum bólkum.

– Har sum tilmælini verða fylgd, fer talið á smittutilburðum niður. Har, sum tey ikki verða fylgd, fer talið upp, sigur hann.

Sambært Ritzau kom tað fram á talgildum tíðindafundi í gjár, at serfrøðingar frá Heimsheilsustovninum í vikuni skulu avgera, um koronafarsóttin enn er ein altjóða heilsukreppa. Tá stovnurin lýsir við eini altjóða heilsukreppu, skal hendan avgerðin nevniliga endurskoðast hvørt hálva ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder