Innanlands

- Kósin má rættast, tí pengar fara at mangla í

Búskaparráðið rópar varskó – longu um tíggju verður hallið ein milliard um verandi gongd sleppur at halda fram.

Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum (Savnsmynd: Jan Müller)

Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum (Savnsmynd: Jan Müller)

2026-09-17 10:07 Author image
Innsent
placeholder

Fíggjarpolitiski haldførisávísin er -4% av BTÚ í 2026, og tað merkir, at inntøkur mugu fáast til vega ella sparingar fremjast, fyri áleið 1,2 milliardir krónur í miðal árliga, um verandi tænastustøði á vælferðarøkinum skal veitast í framtíðini.

Úrslitið er treytað av, at pensjónsaldurin verður hækkaður, og at almennu veitingarnar vaksa við lægri ferð enn lønirnar. Úrslitið er ikki ein forsøgn um, hvat fer at henda, men ein ávaring um, hvat kann henda, um eingi átøk verða framd.

Haldførisavbjóðingin stavar frá, at talið av eldri fólki veksur munandi meira enn talið fólki í arbeiðsførum aldri. Demografisku broytingarnar fara at leggja stórt trýst á almennu útreiðslurnar í framtíðini. Longu um 10 ár verður hallið í almenna geiranum 1 milliard krónur, harav verður stórur partur hjá kommununum.

Hækkar pensjónsaldurin ikki í samsvari við vaksandi livialdurin, fara pensjónistar í framtíðini at liva av almennari veiting í nógv fleiri ár enn nú. Búskaparráðið mælir tí politisku myndugleikunum til at samtykkja hækking av pensjónsaldrinum í tráð við verandi lóggávu.

Soleiðis kann kósin rættast

Føroyar hava sum nú er eina lutfalsliga lítla skuld, men verða inntøkurnar ikki øktar ella útreiðslurnar skerdar, má ein vaksandi partur av almennu útreiðslunum fíggjast við lántøku, og tað elvir til ein áhaldandi skuldarvøkstur. Ein røtt fíggjarstýring forðar fyri, at tamarhaldið verður mist á almenna skuldarvøkstrinum. Búskaparráðið mælir politisku myndugleikunum at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum fevnir um bæði land og kommunur.

Endamálið við tvungnu eftirlønaruppsparingini var millum annað at útgeva skattainntøkur til almennu kassarnar í framtíðini. Her eru Føroyar illa stillaðar, tí eftirlønaruppsparingin er longu skattað við inngjald, og tað verða tí minni inntøkur at skatta í framtíðini. Betri hevði verið, um pensjónin varð eftirskattað, so tey mongu, sum skulu forsyrgjast í framtíðini, tóku lut í fíggingini av almennu útreiðslunum gjøgnum skattin, so hvørt sum pensjónin verður útgoldin.

Eitt annað endamál við tvungnu eftirlønaruppsparingini var at gera tað møguligt at mótrokna í fólkapensjónini, so almennu útreiðslurnar til fólkapensjón verða minni í framtíðini. Mótrokningin bøtir um haldførið, tí pensjónistarnir harvið í størri mun liva av síni egnu pensjón. Politisku myndugleikarnir eiga tí at halda fast við mótrokningina.

Búskaparráðið mælir til, at útgjøldini frá fólkapensjón og egineftirløn fylgjast. Tað stríðir ímóti endamálinum við tvungnu uppsparingini til egnu pensjón, at sleppast kann undan, at fólkapensjónin verður mótroknað í teimum 10 árunum, sum fólkapensjónin kann útsetast.

Rakstrarsparandi íløgur eiga at hava hægstu raðfesting í verandi íløgukarmi. Til dømis hava Føroyar eitt lutfalsliga høgt kostnaðarstøði á eldraøkinum. Megna vit at økja produktivitetin í almenna geiranum við eitt nú íløgum í størri rakstrareindir, so somu ella betri tænastur kunnu veitast við minni tilfeingi, bøtir tað um haldførið.

Føroyar missa ein stóran part av hvørjum ættarliði, tí øll ikki venda heim aftur eftir loknan lesnað. Bæði hesi ungu og teirra eftirkomarar fara at mangla í føroysku arbeiðsmegini í framtíðini, og tað er við til at gera haldførisavbjóðingina verri. Íløgur í betri lestrarumhvørvi og bøttir bústaðarmøguleikar eru dømir um skynsom átøk, sum kunnu eggja teimum ungu at velja Føroyar til.

Øll átøk, ið hækka inntøkurnar ella lækka útreiðslurnar hjá tí almenna, eru amboð, ið kunnu nýtast í gongdini at tryggja fíggjarpolitiska haldførið. Øktir skattir á borgarar og vinnu kunnu eisini geva sítt íkast til at fáa fíggjarpolitikkin haldføran. Eitt nú kann ein størri partur av yvirnormala vinninginum frá fiski- og alivinnuni, sum gjald fyri nýtslu av náttúrutilfeinginum, krevjast inn.

Haldførisavbjóðingin kann loysast, men tað krevur, at politisku myndugleikarnir fara undir miðvísar tillagingar í stundini. Tess longri bíðað verður við at rætta kósina, tess størri og brádligari kunnu neyðugu broytingarnar gerast.

Nú klokkan 11 leggur Búskaparráðið sína temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið fram á einum almennum tiltaki í Smæruni

Framløgan verður eisini stroymd og sæst á heimasíðuna hjá Búskaparráðnum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder