Innanlands

– Koyrið varliga

Hált er í støðum kring landið, og jarðrok er í ælunum á Vestmannavegnum, boðar Landsverk frá í morgun

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-02-04 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í morgun verður boðað frá vindi og hálku, og verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.

Landsverk skrivar soleiðis í morgun: – Hált er í støðum kring landið. Jarðrok er í ælunum á Vestmannavegnum. Koyrið varliga.

Í løtuni kann m.a. roknast við hálku á Sundi, Høgareyni, Kambsdali, og Gjársskarði. Boðað verður m.a. hvassum vindi á Dalavegnum til Viðareiðis, í hvirlunum upp til 35 m/s. Eisini verður boðað frá stormi á Høgareyni, í hvirlunum upp til 31 m/s.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder