- Góðu ferðafólk. Umborð á Prince gongur eitt ógvuliga viðbrekið avløbssystem út frá øllum wc. Tað eru javnan trupulleikar við at tað tippist. Tí er gott um wc pappír verður koyrt í skrellispannina, sum stendur við síðuna av kummuni. Hendan skrellispann verður tømd heilt ofta, á túrinum.
Soleiðis stendur m.a. í einum boðum frá Strandferðsluni, sum eru hongd upp umborð á Prince, sum avloysir Smyril á Suðuroyarleiðini, meðan Smyril er í dokk.
- Prince er vanliga í sigling í Grikkalandi, og hetta er heilt vanligur siður har, sigur Strandferðslan.
At koyra brúkta vesipappírið í skrellispannina er ókent hjá okkum, men púra vanligt fleiri aðra staðni í heiminum.
Men hóast tað ikki er vanligt at gera á okkara leiðum, er tað neyðugt umborð á Prince, so leingi hann er í sigling, sigur Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald