Innanlands

– Kreppan kann styrkja norðurlendska samstarvið

Kristina Háfoss, sum byrjar í starvinum sum stjóri fyri Norðurlandaráðið í dag, vil taka marknaforðingar burtur og fáa meira undirvísing um norðurlond og norðurlendska samstarvið í skúlarnar

Mynd: Norden.org/Charlotte de la Fuente

Mynd: Norden.org/Charlotte de la Fuente

2021-02-01 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kristina Háfoss, fyrrverandi løgtingskvinna og landsstýriskvinna fyri Tjóðveldi, tekur í dag við starvinum sum stjóri í Norðurlandaráðnum.

Koronafarsóttin hevur havt við sær stórar avbjóðingar fyri norðurlendska samstarvið, men Kristina Háfoss velur at síggja møguleikar heldur enn forðingar, og sambært heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum heldur hon, at farsóttin kann lyfta norðurlendska samstarvið.

– Eg haldi, at kreppan kann styrkja samstarvið. Nú hava vit sæð, hvat kann henda undir einari kreppu, og hetta kann hjálpa okkum at menna felags norðurlendskar loysnir framyvir, t.d. innan krepputilbúgving, sigur hon.

Nýggi stjórin í Norðurlandaráðnum ynskir at taka marknaforðingarnar í Norðurlondum burtur, og skal dentur leggjast á tey, sum ynskja at arbeiða, lesa og røkja fyritøku tvørturum landamørk. Tey skulu føla, at norðurlendska samstarvið ger tað lætt fyri tey at flyta millum lond ella at búgva og arbeiða í ymiskum londum.

– Vit eru komin langt, men eru enn ikki komin á mál, sigur Kristina Háfoss, sum leggur afturat, at talgildingin er eitt týðandi amboð í hesum arbeiðnum.

Eitt stórt stig hevði verið at gjørt tað møguligt hjá norðurlendingum at brúkt sín talgilda samleika í øðrum norðurlendskum londum.

Kristina Háfoss ynskir sær eisini meira undirvísing um norðurlond og norðurlendska samstarvið, søgu, mál og mentan í skúlunum.

Kristina Háfoss avloysir svensku Britt Bohlin, sum hevur verið stjóri síðan 2014. Starvið sum stjóri í Norðurlandaráðnum er sett í 5 + 3 ár, og Kristina Háfoss vónar, at norðurlendska samstarvið er vorðið sterkari um átta ár, og at allar marknaforðingarnar, sum vit kenna í dag, eru burtur til ta tíð.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder