Uttanlands

- Kríggið er komið í avgerandi tíðarskeið

Volodymyr Zelenski er á vitjan í USA og vónar at kunna fáa langtrøkkandi rakettir at brúka í krígnum móti Russlandi

Zelenskyj vitjaði í gjár á eini vápnaverksmiðju í Pennsylvania (Mynd: EPA)

Zelenskyj vitjaði í gjár á eini vápnaverksmiðju í Pennsylvania (Mynd: EPA)

2024-09-23 17:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teir komandi mánaðirnir verða avgerandi í krígnum millum Russland og Ukraina.

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sum er komin til USA á vitjan.

- Tíðin er knøpp. Komandi tveir mánaðirnir verða avgerandi, segði forsetin og vísti á, at tørvur er á skjótum og týðadi avgerðum, um ikki russarnir skulu enda við at vinna kríggið, skrivar dr.dk.

Zelenskyj skal hesa vikuna, saman við heimsins leiðarum, vera við á aðalfundinum hjá ST í Nes York. Undir vitjanini í USA skal ukrainski forsetin eisini hitta bæði Joe Biden, forseta, og tey bæði forsetavalevnini til valið í november, Kamala Harris, og Donald Trump.

Kamala Harris hevur áður sagt, at hon fer at halda fram við Ukraina-vinarliga politikkinum, sum Joe Biden hevur ført, um hon verður vald. Trump, hinvegin, hevur sagt, at hann kann støðga krígnum í Ukraina upp á eitt samdøgur, um hann verður valdur.

Undir vitjanini fer Zelenskyj at leggja fram eina sigursætlan, hvørs staklutir ikki eru kendir enn. Kyiv Independent skrivar, at partar av ætlanini krevja, at russar vilja samstarva.

Talan er ikki um eina ætlan, sum inniber, at Zelenskyj og Putin hittast við samráðingarborðið. Meira byggir ætlanin á altjóða sameindu hjá Ukraina, skrivar DR.

- Tað má vera okkara felags mál – sigur fyri frælsi, uttan tó at ganga út yvir frælsið, segði Zelenskyj á eini røðu í New York í dag í sambandi við, at hann tók ímóti heiðurslønini American Academy of Achievement – The Golden Plate Award.

Neyðugt fyri kríggið er, sambæt Zelenskyj, at Ukraina fær loyvi til at brúka eitt nú amerikansk missil til at leypa á hernaðarmál í Russlandi.

Putin hevur fyrr hótt við, at vesturlond verða drigin beinleiðis inn í kríggið, um so er, at Ukraina fær loyvi til at brúka langtrøkkandi vápn móti Russlandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder