Uttanlands

– Kríggið fer at enda við samráðingum

Men tað verður helst ikki í nærmastu framtíð, sigur diplomatur hjá russiska uttanríkismálaráðnum

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: AP)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: AP)

2023-12-11 13:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður gjøgnum samráðingar við vesturheimin, at kríggið í Ukraina fær ein enda. Tað sigur Rodion Mirosjnik, diplomatur hjá russiska uttanríkismálaráðnum.

Øll stríð noyðast at enda við samráðingum, sigur hann sambært russisku tíðindastovuni Tass. Hann leggur tó afturat, at útlit eru ikki fyri hesum í nærmastu framtíð, tí tað er vesturheimurin "ikki klárur til".

Ukraina hevur higartil sagt, at ongar samráðingar verða, fyrr enn Russland hevur tikið seg úr hersettum økjum í Ukraina. Sambært tankasmiðjuni Council on Foreign Relations er talan um 18 prosent av landinum, skrivar Ritzau.

Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov hevur kallað treytirnar hjá Ukraina fyri órealistiskar.

– Allir trupulleikarnir eru á ukrainsku síðuni, sum noktar at samráðast og kemur við krøvum, sum eru órealistisk, segði hann í november.

Tá hann varð spurdur um málið í gjár, segði hann, sambært tíðindastovuni Reuters, at tað var Ukraina, sum mátti svara hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder